Søkja eftir stjóra til Føroya Tele

Søkja eftir stjóra til Føroya Tele
Stjórin skal hava eina viðkomandi tekniska ella búskaparliga útbúgving frá hægri lærustovni
Freistin at søkja stjóratarvið í Føroya Tele er 31. oktobur.
 
11.10.2023 - 08:17

Føroya Tele søkir nú eftir nýggjum stjóra til samtakið.

Nýggi stjórin skal hava drúgvar leiðsluroyndir og evni til at ganga á odda og  framhaldandi tryggja ein úrslitagóðan og sunnan rakstur, verður sagt í lýsingini.

Sum kunningar- og fjarskiftisfelag, átt av landinum, fær nýggi stjórin ein týðandi leiklut í samfelagnum, stendur eisini.

Stjórin skal hava eina viðkomandi tekniska ella búskaparliga útbúgving frá hægri lærustovni.

 

Koyrdur til hús

22. september varð Jan Ziskasen koyrdur til hús, eftir at hava verið samtaksstjóri í átta ár.

William Joensen, fíggjarstjóri, tók tá fyribils við stjórastarvinum. 

Kappingareftirlitið kom nakrar dagar seinni til ta niðurstøðu, at Føroya Tele hevði misbrúkt sína ráðandi marknaðarstøðu, og harvið brotið kappingarlógina. 

Sambært Kappingarráðnum, hevur Føroya Tele framt tvey brot á kappingarlógina, og hesi bæði eiga at kosta almenna partafelagnum 45 milliónir í bót.

Freistin at søkja starvið sum samtaksstjóri í Føroya Tele er fríggjadagin 31. oktobur 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523