28.000 løntakarar í september

28.000 løntakarar í september
Í síðsta mánaði vóru 14.367 menn og 13.634 kvinnur løntakarar
66 fleiri løntakarar vóru í september enn í august. (Savnsmynd)
 
11.10.2023 - 15:12

Í september vóru 28.001 løntakari í Føroyum. 

Tað eru 66 fleiri enn í august.

Men ongantíð hava verið so nógvir løntakarar skrásettir í Føroyum sum í juli í ár. Tá vóru teir 28.540.

Í september vóru 14.367 menn og 13.634 kvinnur løntakarar.

Danskir ríkisborgarar gerast støðugt færri á løntakaralistanum.

Í september vóru teir 92,4 prosent. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775