Landsliðshondbóltur og -fótbóltur í kvøld

Landsliðshondbóltur og -fótbóltur í kvøld
Kringvarpið vísir bæði EM-undankappingardystirnar hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti og manslandsliðnum í fótbólti í sjónvarpinum í kvøld
Brandur Hendriksson Olsen og hinir á manslandsliðnum í fótbólti skulu aftur í eldin í kvøld móti Póllandi
Mynd: FSF á Facebook  
 
12.10.2023 - 07:38

Nógvur landsliðsítróttur er í dag. 

Í kvøld skal kvinnulandsliðið í hondbólti spæla EM-undankappingardyst ímóti Svøríki. Hetta er fyrsti dystur í undanumfarinum til eitt møguligt EM-pláss. 

Dysturin er á útivølli og byrjar klokkan 17.30. Kringvarpið vísir dystin og byrjar at senda 10 minuttir áðrenn.

 

Pólland á vitjan

Á Tórsvølli skal manslandsliðið í fótbólti spæla EM-undankappingardyst ímóti Póllandi.

Londini hittust eisini í september á útivølli, og tá taptu Føroyar 2-0. 

Dysturin byrjar klokkan 19.45, og Kringvarpið byrjar at senda upptakt í sjónvarpinum klokkan 19.30. 

 

Liðini aftur í eldin sunnudagin

Sunnudagin er aftur nógvur landsliðsítróttur, tí tá skulu somu liðini aftur í eldin. 

Tá spæla hondbóltskvinnurnar á heimavølli ímóti Íslandi, meðan fótbóltsmenninir spæla á útivølli móti Kekkia. 

Sunnudagin sendir Kringvarpið beinleiðis ítrótt í sjónvarpinum frá klokkan 14.30 og í fýra tímar fram.

Fyrst er hondbóltsdystur og síðan fótbóltsdystur. 

Gevið gætur! Kringvarp Føroya hevur einans rættindi at vísa dystirnar í Føroyum.
Tað merkir, at einans fólk, sum eru stødd í Føroyum, kunnu síggja stroymingin á heimasíðu Kringvarpsins.  

 

Landsliðsskráin í KVF

Í kvøld, hóskvøldið 12. oktober 2023

17:20 - 18:50 Hondbóltur: Svøríki - Føroyar (kvinnur)
(Kann bert síggjast í Føroyum) 

19:30 - 19:45 Fótbóltur: Undan dystinum Føroyar - Pólland
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

19:45 - 20:30 Fótbóltur: Føroyar - Pólland (menn)
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

20:30 - 20:45 Fótbóltur: Studio í hálvleikinum
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

20:45 - 21:30 Fótbóltur: Føroyar - Pólland (menn)
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

21:30 - 21:40 Fótbóltur: Eftir dystin
(Kann bert síggjast í Føroyum) 

Sunnudagin 15. oktober 2023:

14:30 - 16:10 Hondbóltur: Føroyar - Ísland (kvinnur)
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

16:30 - 16:45 Undan dystinum
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

16:45 - 17:30 Fótbóltur: Kekkia - Føroyar (menn)
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

17:30 - 17:45 Studio í hálvleikinum
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

17:45 - 18:30 Fótbóltur: Kekkia - Føroyar (menn)
(Kann bert síggjast í Føroyum)  

18:30 - 18:40 Eftir dystin
(Kann bert síggjast í Føroyum) 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777