Waag ætlar at yvirtaka partabrøvini í Auto Service

Waag ætlar at yvirtaka partabrøvini í Auto Service
Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um málið
Waag-bilar ætla at keypa Auto Service. (Savnsmynd)
 
12.10.2023 - 16:00

Kappingareftirlitið hevur nú fingið fráboðan um, at P.f. Waag ætlar at yvirtaka øll partabrøvini í P.f. Auto Service frá P.f. RS47, sum eigur Auto Service og Reyni Service.

Høvuðsvirksemi hjá báðum feløgum er bilasøla og at reka bilverkstað.

Kappingareftirlitið sigur, at freistin at gera viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í seinasta lagi 27. oktober. 

 

Pelagos yvirtekur Faroe Pelagic

Fyrr í vikuni fekk Kappingareftirlitið fráboðan um, at P.f. Pelagos ætlar at yvirtaka allan partapeningin í P.f. PP Faroe Pelagic, sum er uppsjóvarvirki í Kollafirði.

PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi tá fyritøkan, í 2009, keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði, sum mest var kent undir navninum Kollafjord Pelagic, sum var í trupulleikum. 

Uppsjóvarvirkið Pelagos fór undir sítt virksemi í 2014. Eigararnir har eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni.

Viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. oktober. 

'

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083