Gadus doypast seinnapartin

Gadus doypast seinnapartin
Stórt hátíðarhald verður, tá Gadus kemur til Klaksvíkar í dag
 
15.10.2023 - 10:36

Nýggi flakatrolarin Gadus, sum varð yvirtikin fyri umleið tveimum vikum síðani, verður doyptur ídag klokkan 14.00 í Klaksvík.

Nýggi Gadus er 88,1 metur langur og 18,3 metrar breiður. Skipið lastar um 1.200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.

Kostnaðurin fyri skipið var um 450 milliónir krónur.

Gadus fer at liggja á vestursíðuni beint við Netastovuna.

Hátíðarhald verður. Røður verða hildnar, Klaksvíkar Hornorksetur spælir, eins og aðrar tónleikaframførðslur verða.
Beint eftir dópin letur Fish and Chips búðin hjá JFK upp, har møguleiki verður at fáa eina máltið við fiski úr Bartenshavinum.

Eisini sleppa fólk umborð á Gadus at síggja nýggjasta skipið í føroyska flotanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083