Fundur á ráðharrastigi um arbeiðsumstøður hjá katólska prestinum

Fundur á ráðharrastigi um arbeiðsumstøður hjá katólska prestinum
Presturin hevur sagt, at lógin ger, at hann ikki longur kann virka sum prestur í Føroyum.
Katólski presturin var prestur í Føroyum í trý ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2023 - 08:56

Síðst í hesum mánaðinum fara Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, og Kaare Dybvad Bek, ráðharri, at tosa um katólska prestin, sum var í Føroyum í trý ár.

Tað sigur ráðharrin í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi, um "forkynderloven" virkar, sum hon eigur at gera.

Tað er lógin, sum skal forða fyri víðgongdari og antidemokratiskari trúboðan.

 

Kaare Dybvad Bek, ráðharri í útlendingamálum.

 

Trupult at fáa innferðarloyvi

Katólski presturin fór úr Føroyum, tí tað var so trupult hjá honum at fáa innferðarloyvi í Føroyum, hevur hann sagt við katólska miðilin The Pillar.

Hann sigur, at hann kendi tað sum um, danskir myndugleikar alla tíðina høvdu illgruna til sín og høvdu eftirlit við sær. 

Hvørja ferð, hann skuldi av landinum, noyddist hann at søkja um loyvi at sleppa inn aftur til Føroya í minsta lagi ein mánað frammanundan.

Og fór hann ikki aftur til Føroya tann dagin, hann hevði søkt um, skuldi hann fara á danska sendiráðið í London fyri at søkja um innferðarloyvi.

 

Kann ikki virka sum prestur

Presturin sigur við The Pillar, at "forkynderloven", sum kom í 2016, ger, at hann ikki longur kann virka sum prestur í Føroyum.

Kaare Dybvad Bek sigur seg vita, at mannagongdin er torfør og óneyðuga bureaukratisk, tá trúboðarar skulu hava arbeiðsloyvi og innferðarloyvi.

Roynt verður sum frægast at gera mannagongdina lagaliga, sigur ráðharrin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329