70 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli

70 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli
Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar herða verkfallið bæði á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum rakar skurðdeildina á Landssjúkrahúsinum mikumorgunin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.10.2023 - 12:20

Sjúkrarøktarfrøðingarnir herða enn eina ferð verkfallið. 

Í morgin ári klokkan átta rakar verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum skurðdeildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og frá mikudegnum klokkan átta er boðað frá arbeiðssteðgi á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.

Tó verður skopieindin ikki umfatað av verkfalinum.

 

Óluva í Gong er forkvinna í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum. 

 

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tá verkfallið á skurðdeildini á Landssjúkrahúsnum byrjar mikumorgunin, eru tilsamans umleið 70 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli.

Hinir sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið undantak at arbeiða. Teir eru umleið 300 í tali. 

Hoyr samrøðu við Óluvu í Gong:

 

16102023_Oluva


Semingsstovnurin sigur, at onki samskifti hevur verið millum partarnar um vikuskiftið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083