Bíleggingarskipan: Norliga stevnt Strandferðsluni eftir 1,3 milliónum

Bíleggingarskipan: Norliga stevnt Strandferðsluni eftir 1,3 milliónum
Arbeiðið var ongantíð boðið út, og samstarvið við Norliga er endað. Men Norliga vil hava pening fyri arbeiðið, sum fyritøkan sigur longu er gjørt
Strandfaraskip Landsins á Tvøroyri. (Savnsmynd)
 
17.10.2023 - 18:00

Tað hevur verið undir fyrireiking í skjótt eitt ár, og nú er hol sett á sakarmálið um kollsigldu bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni.

Veitarin, Norliga, hevur stevnt Strandferðsluni eftir 1,3 milliónum krónum.

Fyrireikandi rættarfundur hevur verið millum Strandferðsluna og Norliga um rokningar fyri bíleggingarskipanina. 

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Arbeiðið ikki boðið út

Málið snýr seg um, at Strandferðslan í 2018 skuldi hava nýggja bíleggingarskipan. Arbeiðið var ikki boðið út alment, men Sp/f Norliga fekk uppgávuna. 

Men skipanin er ongantíð blivin liðug. 

Tilgongdin hevur eisini í fleiri førum vakt undran. 

Eitt nú, tá Strandferðslan í november 2020 fekk rokningar fyri ráðgeving fyri tilsamans 1,1 millión kr. frá einari enskari fyritøku - Wizorf - við kontu í Belgia. 

Ein fyritøka, sum sambært nýggja verkætlanarleiðaranum tá, var púra ókend fyri Strandferðsluna - tó ikki meira enn so, stjórin í Norliga eisini umboðar Wizorf. 

 

Ætlanin er at seta plássbíleggingarskipanina, sum er á sandoyar- og kalsoyarleiðini, í verk á øðrum leiðum.

 

Hava verið eftir avtalu

Men Norliga vísti tá á, at allar rokningar - eisini frá Wizorf - vóru vístar til fyrrverandi verkætlanarleiðaran, og hava verið eftir avtalu. 

ì 2021 var kostnaðurin fyri arbeiðið komin uppá 5,7 milliónir krónur , uttan at formlig, skrivlig avtala var gjørd millum partarnar. 

Sum frá leið gjørdist tó greitt, at verkætlanin var farin av sporinum. 

Í oktober í fjør boðaði Strandferðslan Norliga frá, at Strandferðslan ikki longur hevði álit á, at Norliga megnaði at gera arbeiðið liðugt, og har endaði samstarvið.

 

Niels Juel Arge er stjóri á Strandferðsluni. 

 

Ikki fingið pengar fyri gjørt arbeiði

Men sambært Norliga, hevur fyritøkan ikki fingið pengar fyri arbeiðið, sum longu er gjørt eftir avtalu við Strandferðsluna.

Tí hevur Norliga stevnt Strandferðsluni eftir einari millión og trý hundrað túsund krónum fyri ógoldnar rokningar.  

Men tørvur er framvegis á einari bíleggingarskipan. 

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur við Kringvarpið, at arbeitt verður við at dagføra verandi ferðaseðlaskipan og við at seta plássbíleggingarskipanina, sum í dag er á sandoyar- og kalsoyarleiðini, í verk á hinum leiðunum eisini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083