Kvinnur úr Peru ákærdar fyri at smugla kokain

Kvinnur úr Peru ákærdar fyri at smugla kokain
Báðar kvinnurnar hava sitið í varðhaldi síðani 28. august
Málið verður viðgjørt í rættinum mánadagin. (Savnsmynd)
 
19.10.2023 - 12:25

Føroya rættur fer mánadagin at viðgera eitt mál um rúsevni.

Tvær kvinnur úr Peru, 31 og 41 ára gamlar, eru ákærdar fyri at hava smuglað tilsamans 793 gramm av kokaini til Føroya.

Tollvaldið avdúkaði kvinnurnar, sum høvdu krógvað kokainið í móðurskeiðini.

 

Sita í varðhaldi

Hetta var 28. august, og kvinnurnar hava sitið í varðhaldi síðani tá. 

Føroya rættur dømdi fyrr í hesum mánaðinum eina dominikanska kvinnu fyri at hava smuglað 1,2 kilo av kokaini til Føroya í tveimum førum. 

Hon fekk seks ára teytaleysa fongulsrevsing.

Kvinnan kærdi alt fyri eitt part av dóminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083