Átta íbúðir á Tvøroyri klárar at leiga út

Átta íbúðir á Tvøroyri klárar at leiga út
Íbúðirnar, sum Bústaðir hava bygt, eru í tveimum støddum
Nýggju íbúðirnar á Tvøroyri. Høgrumegin Mortan Vang, stjóri í MTV-Byggivirki og Kristin Michelsen, borgarstjóri, tá fyrsta flagið var loyst.
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
19.10.2023 - 14:46

Átta íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Tvøroyri, eru lidnar, og klárar at vísa fram fyri teimum, sum hava fingið í boði at leiga. 

Tað upplýsir Tvøroyrar kommuna

MTV-Byggivirki hevur staðið fyri verkætlanini. Fyrsta flagið var loyst 9. november í 2020.

Íbúðirnar, sum eru staðsettar á Heiðatrøðni, eru í tveimum støddum. Tríggjar eru umleið 65 fermetrar, og fimm eru umleið 82 fermetrar.

Tær smærru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, eitt kamar, baðirúm og goymslu. Tær størru hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm.

Tann eina íbúðin er væl egnað til fólk við rørslutarni. Annars hava allar íbúðirnar terrassu og parkeringsviðurskifti.

Íbúðirnar lúka, sambært Bústøðum, øll nútímans krøv til bústaðarbygging og verða hitaðar við jarðhitaskipan.

Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083