Arbeiðsloysið er óbroytt

Arbeiðsloysið er óbroytt
191 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í september, skrivar Hagstovan
Tað er framvegis arbeiði til allar hendur. Arbeiðsloysi í september var 0,6 prosemt. (Savnsmynd)
 
24.10.2023 - 08:30

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis 0,6 prosent.

Tað var tað eisini í august.

191 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í september, skrivar Hagstovan.

Til dømis telja tvey fólk, sum hava verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað hvørt, sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk. 

14,4 prosent av teimum arbeiðsleysu hava verið uttan arbeiði í eitt ár ella meira.

10,6 prosent hava verið arbeiðsleys í ein til 29 dagar, altso minni enn ein mánað.

Arbeiðsloysið er minst í Vágum, 0,2 prosent, meðan tað er størst í Suðuroynni, 1,1 prosent.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083