Stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni

Stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni
Semingsmaðurin heldur ikki, at grundarlag er fyri at kalla partarnar saman, tí teir hava ikki flutt seg nevnivert
Nú eru meira enn tríggjar vikur, síðani verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.10.2023 - 13:58

Enn stendur í botni í sáttmálartrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Tað er støðan, hóast Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í Degi og Viku í gjárkvøldið segði seg vænta, at partarnir fóru at møtast í dag.  

Vit hava verið í samband við Terja Sigurðsson, semingsmann, fyrrapartin. Hann vildi ikki gera bandaða samrøðu, men segði í stuttari viðmerking, at partarnir hava ikki flutt seg nevnivert, og tí heldur hann tað ikki hava nakað endamál at kalla partarnar saman.

Í gjár vóru tríggjar vikur, síðani verkfallið hhá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði.

 

Gunnvá Guttesen er varastjóri á Landssjúkrahúsinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Breddin viðgjørdi eisini støðuna við verkfallinum, og varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Gunnvá Guttesen, segði soleiðis um støðu-takanina til yvirtíðina til sjúkrarøktarfrøðingar: 

 

24102023_Guttesen

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083