Ukrainsk flóttafólk sleppa at vera í Føroyum eitt ár aftrat

Ukrainsk flóttafólk sleppa at vera í Føroyum eitt ár aftrat
Samstundis sum uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum verður longt, so verður talið av uppihaldsloyvum til ukrainsk flóttafólk hækkað við 50, so tey nú eru 250
Ukrainsku flóttafólkini, ið eru í Føroyum, sleppa at vera her eitt ár aftrat
Mynd: úr "Flýdd til friðiðin í Froðba"  
 
25.10.2023 - 07:19

Uppihaldsloyvini hjá ukrainsku flóttafólkunum í Føroyum vera longd eitt ár, til 17.mars 2025.

Og 50 uppihaldsloyvi koma aftrat. Uppihaldsloyvini fara upp í 250.

Tað er úrslitið á einum fundi millum landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, og danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, Kaare Dybvad Bek.

 

 

Kaare Dybvad Bek, útlendinga- og intergratiónsráðharri, og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

 

Nýggja útlendingalóg

Á fundinum kom landsstýrismaðurin eisini við ynski um eina nýggja útlendingalóg fyri Føroyar.

Bjarni Kárason Petersen nevndi føroyska ynskið um at linka ávísar treytir fyri eykaarbeiði hjá útlendingum, uttan at søkjast skal um arbeiðsloyvi í hvørjum einstøkum føri.

Avbjóðingar eru eisini um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til trúboðarar og onnur, sum vilja virka á átrúnaðarliga økinum í Føroyum. 

Útlendinga- og integrationsmálaráðið kannar enn hetta málið.

 

Sí eisini sendingina "Flýdd til friðin í Froðba", um tey fyrstu ukrainsku flóttafólkini, ið komu til Føroya. 

ASE01034

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083