Nýtt semingsuppskot í morgin

Nýtt semingsuppskot í morgin
Tað er gongd aftur í samráðingunum millum sjúkrarrøktarfrøðingarnar og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, sum hava sitið á fundi saman við semingsmanninum allan dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2023 - 18:33

Áðrenn fundin, sum var liðugur fyri einum stívum tíma síðani, avtalaðu partarnir, at semingsmaðurin ger eitt nýtt semingsuppskot, sum skal leggjast fyri partarnar í morgin.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði í stuttari viðmerking eftir fundin, at útlitini fyri semju nú eru betri, enn tey hava verið. Annars hevði hann ikki átikið sær at gjørt eitt nýtt semingsuppskot, sigur hann. 

Nær fundurin verður í morgin, er ikki avtalað enn, men hann verður, tá semingsuppskotið er liðugt skrivað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096