Flyta sjómannafrádráttin til fakfeløg á landi

Flyta sjómannafrádráttin til fakfeløg á landi
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at sjómannafrádrátturin forðaði fyri, at sjófólk fluttu av landinum
Jan Højgaard er formaður í Fiskimannafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.10.2023 - 08:26

Tað dámar ikki formanninum í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, at samgongan ætlar at taka sjómannafrádráttin av.

Undir yvirskriftini: Skal sjómaðurin rinda fyri lønarlyftið? skrivar Fiskimannafelagið, at ætlanirnar um at taka sjómannafrádráttin av eru heilt óskiljandi.

 

Sjómannafrádrátturin hevur forðað fyri, at sjófólk eru flutt av landinum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. (Savnsmynd)

 

Jan Højgaard skrivar, at sjómannafrádrátturin hevur lutvís sín uppruna í norsku skattalóggávuni, har teir góvu og geva sjófólki og fiskimonnum munandi frádrátt.

Í Føroyum var sjómannafrádrátturin settur í verk fyri at sjófólk ikki skuldu flyta til Noregs at sigla, men heldur sigla við føroyskum skipum og rinda skatt her. Tað hevur eydnast sera væl, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Hoyr samrøðu við Jan Højgaard:

 

26102023_Jan_Hojgaard

 

Les greinina hjá Jan Højgaard her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083