Landsverk skal rinda Tórshavnar kommunu fyri innkomuveg

Landsverk skal rinda Tórshavnar kommunu fyri innkomuveg
Høvuðsstaðarkommunan hevur m.a. havt advokat at leggja trýst á Landsverk og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, og nú er ein loysn funnin
Innkomuvegurin kostar 324 mió. kr., og landsins partur er 110 mió. kr.
 
26.10.2023 - 13:11

Landsverk hevur fingið harraboð frá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum um at rinda pening, sum hevur verið hildin aftur, til Tórshavnar kommunu.

Talan er í fyrsta umfari um 35 milliónir krónur í rokningum, sum eru landsins partur í sambandi við innkomuvegin til Havnar.

Prísurin er 324 milliónir krónur. Landsins partur er 110 milliónir krónur.

Kommunan hevur í longri tíð lagt trýst á Landsverk fyri at fáa goldið pengarnar út.

Tað kom fram í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26102023_Innkomuvegur

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083