Ukrainskur tulkur í Tórshavnar kommunu

Ukrainskur tulkur í Tórshavnar kommunu
Angelina Johannesen er útbúgvin tulkur og týðari, og er lærari í enskum á Masterstigi
Angelina Johannesen er sett í starv hjá Tórshavnar kommunu sum ukrainskur tulkur.
 
26.10.2023 - 14:59

Tórshavnar kommuna hevur sett ukrainskan tulk í starv.

Tað er Angelina Johannesen, sum fer at starvast saman við Sylviu Magnussen, ið er sett sum flóttafólkasamskipari, og integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov.

Angelina hevur útbúgving sum tulkur og týðari og sum lærari í enskum  á Masterstigi. Harumframt hevur hon hevur bachelorútbúgving í búskapi og fígging.

Hon hevur starvast sum tulkur og týðari millum enskt, russiskt og ukrainskt í Ukraina í fleiri ár.

Eisini hevur hon starvsroyndir í Føroyum, og her hevur hon tulkað fyri Almannaverkið og Útlendingastovuna.

Flóttafólkini telja bæði børn, ung, vaksin og pensjónistar, og tí hevur kommunan tørv á at veita tulkatænastu sum hjálp í samskiftinum millum flóttafólk og kommunalar tænastur og skipanir, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083