Betri atgongd til marknað í Kina

Betri atgongd til marknað í Kina
Føroyar og Kina fara at betra marknaðaratgongdina og styrkja búskaparliga samstarvið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, ferðast í løtuni í Kina.
 
26.10.2023 - 18:45

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, er hesa vikuna á ferð í Kina, har hann hevur havt fundir við kinverska Uttanríkisráðið, Handilsmálaráðið og matvøru-innflutnings-myndugleikan GACC.

Fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina, er semja millum londini um at fyrireika neyðugu stigini til at fara undir formligt samskifti um møguleikarnar fyri einum frihandilssáttmála. Tað er niðurstøðan eftir fundir i Beijing millum landsstýrismannin og ráðharraumboð í ávikavist Uttanrikisráðnum, Handilsmálaráðnum og GACC.

Kinversku myndugleikarnir eru jaliga sinnaðir at ganga føroyska ynskinum á møti um at fáa marknaðaratgongd fyri fleiri fiskasløg, lýsi og fiskamjøl, umframt at leggja nýggj virki og skip í Føroyum afturat listanum, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Fríggjadagin skipar føroyska sendistovan í Kina fyri almennari móttøku. Umframt Høgna Hoydal, landsstýrismann, luttaka m.a. myndugleika- og vinnuumboð úr Føroyum og Kina. 

Sendistova Føroya í Beijing varð sett á stovn í 2019, sum táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, tók stig til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083