Búnaðarstovan selur nú ullina

Búnaðarstovan selur nú ullina
Freistin at bjóða upp á ullina er til 15.november, og tilboðini eru bindandi
Í fjør seldi Búnaðarstovan alla ullina, sum tríggjar fyritøkur keyptu.(Savnsmynd)
 
27.10.2023 - 08:25

Búnaðarstovan selur nú ullina, sum Ullarmóttøkan keypti í summar, og biður um tilboð.

Ullin verður seld í ballum, sum hvør vigar 250 kg.

Talan er um tveir flokkar.

Í fyrra flokki eru 28 tons í seks náttúrulitum. Í seinna flokkinum er ullin ikki skild í litir. Har eru hálvt triðja tons.

 

Trý tons fóru burtur

Okkurt um trý tons, sum komu til Ullarmóttøkuna í summar, fóru burtur

Freistin at bjóða upp á ullina er til 15.november.

Tilboðini eru bindandi.

Í fjør seldi Búnaðarstovan alla ullina, sum tríggjar fyritøkur keyptu.

Í 2021 var størsti parturin seldur til Onglands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083