Almannaveitingarnar hækka 3,8 prosent

Almannaveitingarnar hækka 3,8 prosent
Hækkingin er nakað størri enn undanfarin ár
Almannaveitingarnar hækka á nýggjárinum.
 
27.10.2023 - 13:05

Almannaveitingirnar hækka 3,8 prosent á nýggjárinum.

Almanna- og Mentamálaráðið kunnger, at javningarprosentið til almannaveitingar verður 3,8 prosent.

Hetta er nakað meira enn undanfarin ár.

Javningarprosentið verður útroknað sum miðaltalið av prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1.oktober í ár, og prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum annan ársfjórðing í ár sammett við annan ársfjórðing í fjør.

Er roknaða javningarprosentið hægri enn prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum, verður javningarprosentið sett til prosentvísu broytingina í lønarkarminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083