Tøgn í Tinganesi um Russland

Tøgn í Tinganesi um Russland
Hanus Hansen hevði fegin viljað vita í gjár, um Føroyar slíta ella halda fram við samstarvinum. Men enn er tøgn í Tinganesi um Russlandssáttmálan
27.10.2023 - 19:30

Tey vóru ógvuliga kúrr, tá tey fóru á samgongufund í Tinganesi mikudagin. Men tey blivu samd um skattalættan, sum skal koma í gildi 1. januar. Tó fáa vit ikki at vita veruliga innihaldið í skattalættanum fyrr enn um eina viku.

Og kvirran heldur fram. Løgmaður sigur, at støða langt síðani er tikin til samstarvið við Russland og formliga avgerðin skuldi takast nú, men vit fáa onki at vita og ongin fundur er ásettur í uttanlandsnevndini enn.

Í fjør dróg eisini út, og tað førdi til, at tey, sum søgdu seg vera ímóti samstarvinum við Russland komu við hesum boðum tann 24. november í fjør.

Men tey vildu í veruleikanum slíta við Russland. Tað gjørdu tey greitt í oktober í fjør.

Og tey hartaðu eisini táverandi samgongu fyri ikki at hava fyrireikað málið nóg væl.

Og nú sita hesi fólkini við valdið. Tað hava tey gjørt síðani í desember í fjør. Altso góðar 10 mánaðir. Og so er spurningurin, um tey hava fyrireikað nakað. Tað fáa vit ikki at vita frá teimum.

Tað eru politikararnir, ið sita við avgerðini, um vit skulu samráðast við Russland ella ikki. Men avgerðin má koma nú, heldur Hanus Hansen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040