Kærir Elsu Berg fyri at steðgja býráðssamtykt

Kærir Elsu Berg fyri at steðgja býráðssamtykt
Ósemjan í Tórshavnar býráð stendur við og versnar. Býráðslimur, sum longu er kærdur, kærir nú borgarstjóran til kommunueftirlitið fyri at stegða einum máli uttan heimild
09.10.2026 - 19:24

Í Tórshavnar kommunu er stór ósemja, sum snýr seg um staðsetingina av einum ætlaðum eldradepli í Kollafirði. Málið var til viðgerðar í býráðnum 17. septembur.

Nú hevur málið fingið eina nýggja vend. Bergur Robert Dam Jensen greiðir frá, at hann nú kærir borgarstjóran.

- Eg havi verið hjá sakførara í morgun, seinri í dag fer kæran inn. Eg havi lagt málið fyri býráðið við tí orsøk, at einki hendur í hesum málinum. Tað havi eg fullan rætt til. Tað fer til atkvøðugreiðslu tvær ferðir. Fyrru ferð um at fáa málið til atkvøðugreiðslu, har níggju eru fyri og fýra ímóti. Og síðan, tá málið sjálvt fer til atkvøðugeiðslu, tá fái eg ein meiriluta við sjey fyri og seks ímóti.

Tá samtykti býráðið eftir uppskoti frá Bergi Robert Dam Jensen, at staðsetingin av eldradeplinum skuldi flytast frá Todnesi til Norðreki.

Eftir býráðsfundin kom so fram, at mamma hansara er festari á Norðreki, har sum staðsetingin varð flutt til. Síðan hevur Heidi Lava Elgeirsdóttir kært Berg Robert Dam Jensen til kommunueftirlitið fyri ógegni. Og borgarstjórin, Elsa Berg, hevur steðgað málinum. Spurningurin er bara, um borgarstjórin yvirhøvur kann steðga málinum.

- Tað, at mann steðgar einari býráðssamtykt, er rættiliga álvarsamt. Tað setur rættiliga nógvar spurningar við haldførið hjá okkum. Og so er tað eisini tað, at tá mann ger tað, hóast at mann nokk ikki hevur heimild til at gera tað, so má tað staðfestast onkustaðni, um tað er heilt rætt.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040