Skansin kann eisini vera inni í einum býi

28.10.2023 - 12:51
Innlendis
Skansin kann eisini vera inni í einum býi
Aðrastaðni eru skansar endaðir inni í einum býi, og tað ber væl til, og har er nógv lív í. Tað sigur Kári Johansen, formaður í havnanevndini í Tórshavnar kommunu
Kári Johansen, formaður í havnanevndini í Tórshavnar kommunu

 

Tað var í gjár, at Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, segði, at stórídnaður skal ikki liggja framman fyri týðandi fornminni. (Tjóðsavnið: Stórídnaður eigur ikki at vera framman fyri fornminni)
 

Tað segði hann eftir, at Tórshavnar kommuna fyrradagin samtykti at nýta eina millión krónur til fyrireiking og prosjektering av at útbyggja havnina framman fyri Skansan.

Men hesum er Kári Johansen ikki samdur í. Hann sigur, at Skansin kann koma meira til sín rætt, við at bygt verður rundan um hann.

Herleif Hammer heldur tað er púra burturvið at innibyrja Skansan. Hann segði soleiðis í Breddanum í gjár.

Stjórin á Tjóðsavninum sigur at nú er nóg mikið, og at havnaútbyggingin má ikki oyðileggja meira av náttúruni í Havn. 

 

Ikki fingið neyðug loyvi

Í 2013, 2014 og 2015 var málið um Skansabryggjuna eisini fyri, tí Tórshavnar kommuna ætlaði at byggja havnina út - eisini frammanfyri Skansan.

Nógv fólk mótmæltu ætlanini.

Ætlaða útbyggingin bleiv ikki til veruleika. Tann parturin at byggja út frammanfyri Skansan varð tikin burturúr ætlanini, meðan hin parturin varð gjørdur. 

Havnar kommuna sigur, at tað varð gjørt, tí tað dróg út hjá kommununum at fáa neyðug loyvi frá Yvirfriðingarnevndini. 

Loyvini eru ikki enn komin upp á pláss.

Kári Johansen vónar tó at fáa neyðug loyvi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595