TAKS fer at kanna nýtsluna av firmabilum

TAKS fer at kanna nýtsluna av firmabilum
Kanning vísir, at 64 prosent halda, at bilar hjá almennum stovnum vera brúktir privat
TAKS fer í næstum at kanna, um bilar hjá stovnum og fyritøkum vera brúktir sambært skattareglunum. (Savnsmynd)
 
30.10.2023 - 08:37

Annar hvør føroyingur heldur, at skattareglurnar um firmabilar verða ikki hildnar.

Tað sigur ein kanning hjá TAKS, sum hevur spurt fólk, hvussu raskir føroyingar eru at halda skattareglurnar.

64 prosent halda, at bilar hjá almennum stovnum vera brúktir privat, og 40 prosent halda, at bilar hjá fyritøkum vera brúktir privat.

 

Nýtslan er skattskyldug

Tað er ikki ólógligt at brúka ein firmabil privat, men so er talan um frían bil, og nýtslan er tí skattskyldig.

TAKS fer í næstum at kanna, um bilar hjá stovnum og fyritøkum vera brúktir sambært skattareglunum. Tá talan er um frían bil, er nýtslan skattskyldug.

Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda meirvirðisgjaldið, sum tað fekk aftur fyri bilin, sigur TAKS. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083