Leingja undantøkini eitt samdøgur aftrat

Leingja undantøkini eitt samdøgur aftrat
Umleið 40 álitisfólk úr øllum landinum hava verið á fundi við nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong er forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
 
30.10.2023 - 13:06

Undantøkini frá verkfallinum í Sjúkrahúsverkinum fara úr gildi klokkan fýra seinnapartin, men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur avgjørt at leingja undantøkini eitt samdøgur, til í morgin klokkan fýra.

Í dag eru fýra vikur, síðani sjúkrarøktafrøðingarnir fóru í verkfall, og í løtun eru eingi útlit til, at sáttmálatrætan við Fíggjarmálaráðið verður loyst.

 

Álitisfólk úr øllum landinum hava verið á fundi fyrrapartin og fingið kunning um verkfalsstøðuna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Um vikuskiftið var samband millum partarnar, men semingsstovnurin heldur ikki, at grundarlag er fyri at fara undir nýggja semingsroynd.

Fyrrapartin vóru umleið 40 álitisfólk hjá sjúkrarøktafrøðingunum á fundi við nevndina í felagnum, har kunnað var um støðuna.

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í útvarpstíðindunum:

 

30102023_Oluva_og_alitisfolk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083