Nógv fakfeløg á fundi um verkfalsstøðuna

Nógv fakfeløg á fundi um verkfalsstøðuna
Smæran er fullsett, og væl tað
Fundurin í Smæruni hevur góða undirtøka. Fundarhølið er stúgvandi fult av álitisfólki og nevndarlimum í fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2023 - 14:17

Klokkan tvey fóru álitisfólk og nevndir í fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum á fund í Smæruni í Havn at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfalli í meira enn fýra vikur. 

Tað var Fakfelagssamstarvið, sum boðaði til fundar.

Og undirtøkan er stór. 

Stóra fundarhølið í Smæruni er fullsett, og væl tað. Nógv fólk stendur eisini uttanfyri.

Sum skilst, er ætlanin at orða eitt skriv til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, har funnist verður at handfaringini av sáttmálasamráðingunum, tí hildið verður so fast um lønarkarmin.

Dagført: Nú eru fundarfólkini farin í mótmælisgongu í Tinganes.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083