Vindorkan setur met

Vindorkan setur met
Í 75 samdøgur var alt elvirksemið í Suðuroy 100 prosent grønt
Vindmyllur í Porkeri. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár 55 prosent av orkuni í Suðuroy úr varandi orku. (Savnsmynd)
 
01.11.2023 - 08:27

Vindorkan setur met, og eftirspurningurin eftir streymi veksur støðugt.

Tað vísa tøl hjá SEV fyri tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár.

Føroysku elverkini gjørdu til 1. oktober 332 GWt av streymi, og tað er fimm prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Av hesum vóru 74 GWt vindorka, og tað er met, skrivar SEV. Sama tíðarskeið í fjør kom vindorkan upp á 46 GWt fyri alt landið.

 

Vindmyllulundir og stabiliserandi tøkni

Størsti vøksturin er í meginøkinum.

Økta vindorkan stendst í stóran mun av nýggju vindmyllulundunum í meginøkinum og av stabiliserandi tøknini í Suðuroynni.

SEV skrivar, at munandi meira er fingið burtur úr varandi orku í Suðuroy higartil í ár enn í meginøkinum. Fyrstu níggju mánaðirnar eru 55 prosent av orkuni í Suðuroy úr varandi orku.

Í 75 samdøgur var alt elvirksemið í Suðuroy 100 prosent grønt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083