Eingin deyður í yrki sínum á sjónum seinasta árið

Eingin deyður í yrki sínum á sjónum seinasta árið
Almenna minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum seinnapartin, og síðani verður farið í Viðarlundina at leggja krans
Sum siður er, verður skipað fyri minningarhaldi teirra sjólætnu kring landið í dag. (Savnsmynd)
 
01.11.2023 - 08:39

Allahalganardagur er í dag, 1. november, og tá minnast vit tey, ið fingu váta grøv og tey, ið doyðu í yrki sínum á sjónum. 

Síðani allahalgannadag í fjør, er eingin føroyingur deyður í yrki sínum á sjónum.

Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum - tann fyrra frá 1943 og tann seinna í 1949.

Almenna minningarhaldið verður kl. 14 á Vinnuháskúlanum í Havn. Ann Hermansdóttir, prestur, talar. 

Eftir løtuna á Vinnuháskúlanum leggur Høgni Hoydal, varaløgmaður, krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn.

Í kvøld verður gudstænasta í Dómkirkjuni í sambandi við minningarhaldið, og hon verður send beinleiðis í útvarpinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083