Sjúklingatrygdin dýrkar - nú verður biðið um sjey milliónir aftrat

Sjúklingatrygdin dýrkar - nú verður biðið um sjey milliónir aftrat
Lógargrundarlagið undir sjúklingatryggingini er danska lógin um kærur og endurgjald í heilsuverkinum
Játtanin til sjúklingatrygd verður12 mió. kr. í ár, um uppskotið um eykajáttanarlog verður samtykt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.11.2023 - 10:18

Sjúklingatrygd kostar meira enn dupult so nógv í ár, sum hon fekk í fíggjarlógini.

Í fíggjarlógini eru fimm milliónir krónur settar av.

Men í uppskotinum um eykajáttanarlóg var biðið um fimm milliónir aftrat.

Og nú biður Heilsumálaráðið um tvær milliónir aftrat teimum fimm milliónum.

Játtanin verður tí 12 mió. kr. í ár, um uppskotið um eykajáttanarlog verður samtykt.

Lógargrundarlagið undir sjúklingatryggingini er danska lógin um kærur og endurgjald í heilsuverkinum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083