Løgtingið er til reiðar at steðga verkfallinum

Løgtingið er til reiðar at steðga verkfallinum
Politiska skipanin stendur til reiðar at leggja uppí verkfallið. Løgtingsfólk hava fingið boð um at møta til tingfund klokkan 11:30 fyrrapartin í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2023 - 21:30

Støðan á arbeiðsmarknaðinum er sera spent. Løgtingsforkvinnan hevur kallað løgtingið saman í úrtíð, klokkan 11.30 í morgin.

Hóast eingin almenn skrá er fyri fundin, bara framløga, so er greitt, hvat løgtingsfólk skulu taka støðu til í morgin. Verkfallið hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skal steðgast, í øllum føri í tann mun, at tað ikki gongur út yvir lív og heilsu hjá sjúklingum í sjúkrahúsverkinum. Tað kann merkja, at løgtingið við lóg ásetir nakrar arbeiðsuppgávur hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum skulu vera undantiknar frá verkfalli.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar boðaði fyrr í dag frá, at í morgin klokkan 16 vera undantøkini frá verkfallinum tikin aftur. Við útvarpið í kvøld segði Aksel V. Johannesen seg virða samráðingar- og harvið verkfallsrættin, men at hann samstundis ikki kundi liva við at eitt verkfall setir lív og heilsu í vanda hjá fólki. Tí var hann til reiðar at biðja løgtingið leggja uppí, skuldi tað ikki eydnast pørtunum at finna semju áðrenn klokkan 16 í morgin.

Fyrsta stigið er longu tikið, nú løgtingsfólk hava fingið fundarboð.

Tingskipanin loyvir at lógaruppskot í serligum føri verða løgd fram við stuttum skotbrá. Men sambært §38 í tingskipanini skulu ongantíð ganga minni enn tveir tímar frá tí, at formaðurin hevur endaligt orðað uppskot í hendi, til tað kann leggjast fram á tingfundi.

Tað merkir, at landsstýrið skal koma í tingi við lógaruppskoti um heilt ella lutvíst at steðga verkfallið klokkkan 09:30 fyrrapartin, skal tað leggjast fram tá tingfundurin byrjar klokkan 11:30. Alternativið er at tingfundurin tá verður niðurlagdur, og tingfólk tí eru standby til at viðgera uppskotið í skundi, tá tað einaferð verður lagt fram.

§85 í tingskipanini loyvir, at lógaruppskot kunnu viðgerast í skundi, uttan um vanligu tíðarfreistir og nevndarviðgerðir. Skal tað gerast, so skulu í minsta lagi tríggir fimtingar av tingfólkum á fundi greiða atkvøðu fyri tí. Neyðugt verður við einum slíkum meiriluta, skal lógaruppskotið frá landsstýrinum um at steðga ella avmarka verkfallið avgreiðast í løgtinginum í morgin.

Við útvarpið í kvøld segði Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, at samgongan er samd um at leggja uppí verkfallið við lóg, gerst tað neyðugt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378