Kann draga út at gera tvískattaavtalu við Ísrael

Kann draga út at gera tvískattaavtalu við Ísrael
20 lond bíða eftir slíkum avtalum, og Føroyar eru ikki á bíðilistanum, hóast vinnulívsfólk í Ísrael vilja hava eina tvískattaavtalu við Føroyar. 
Fíggjarmálaráðið. Føroyar hava 15 tvískattaavtalur, sum skulu forða fyri, at fólk vera skattað í tveimum londum. (Savnsmynd)
 
02.11.2023 - 08:35

Fíggjarmálaráðið hevur viðgjørt møguleikan um eina tvískattaavtalu við Ísrael, serliga verður hugsað um frálandavinnu og shipping-virksemi.

Sendistovan í Ísrael hevur upplýst, at bara tvey ella trý fólk í Ísrael arbeiða við tvískattaavtalum.

20 lond biða eftir at gera tvískattaavtalu við Ísrael. 

Føroyar eru tí ikki á bíðilistanum, hóast vinnulívsfólk í Ísrael vilja hava eina tvískattaavtalu við Føroyar. 

Tað hava tey boðað ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn frá. 

Tað upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna, spurdi um tvískattaavtalur. (Savnsmynd)

 

Hava týdning fyri vinnuna

Hon spurdi um tvískattaavtalur, og vísti á, at løgtingið í mars heitti á landsstýrið um gera frágreiðing um, hvussu vit gera fyri at samráðast um fleiri tvískattaavtalur.

Ruth Vang sigur, at tvískattaavtalur hava stóran týdning fyri vinnuna.

Men talan má vera um eitt munandi tvívegis búskaparligt samband landanna millum, um eitt land skal freistast til at gera tvískattaavtalu við Føroyar. 

At gera tvískattaavtalur er sera tíðarkrevjandi, tí Føroyar eru lítið land, sum onnur lond ikki ráðfesta høgt.

Tað tók til dømis hálvt fimta ár at gera avtalu við Bretland, sigur Ruth Vang.

 

Hava 15 avtalur

Føroyar hava 15 tvískattaavtalur. 

Tvískattaavtalur forða fyri, at fólk vera skattað í tveimum londum.

Umframt tvískattaavtalurnar, hava Føroyar skattaavtalur við 145 lond. 

Fíggjarmálaráðið tekur ikki stig til at gera tvískattaavtalur av sínum eintingum.

Tørvurin á slíkum avtalum er ikki eyðsýndur, tí í skattalógunum eru reglur, sum forða fyri, at fólk og feløg vera tvískattað, svara landsstýriskvinnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595