Rúsdrekka- og narkotikaráðið verður tikið av

Rúsdrekka- og narkotikaráðið verður tikið av
Ráðið er í veruleikanum langt síðani farið í søguna, men av misgáum er kunngerðin ikki sett úr gildi
Kunngerðin um Rúsdrekka- og narkotikaráðið kom í 1990, men er av misgáum ikki sett úr gildi enn. (Savnsmynd)
 
02.11.2023 - 08:45

Rúsdrekka- og narkotikaráðið skal takast av, kunnger Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Ráðið er í veruleikanum langt síðani tikið av, men av misgáum er kunngerðin ikki sett úr gildi enn.

Ráðið kom í 1990. Endamálið við tí var at fyribyrgja rúsdrekka- og narkotikamisnýtslu.

Átta fólk vóru í ráðnum, meginparturin yvirlæknar.

 

Kunngerð frá 1990

Lógartænastan hevur gjørt Heilsumálaráðið varugt við, at kunngerðin frá oktober 1990 ikki er sett úr gildi.

Tá Fyribyrgingarráðið, nú Fólkaheilsustýrið, var sett á stovn, vóru Rúsdrekka- og narkotikaráðið, Tubbaksráðið og Aids-ráðið løgd saman í eitt ráð, sum fekk heitið Fyribyrgingarráðið.

Hinar kunngerðirnar eru settar úr gildi, men kunngerðin um Rúsdrekka- og narkotikaráðið er av misgáum ikki sett úr gildi enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083