Hava ein tíma at skriva álit

Hava ein tíma at skriva álit
Tingfundur verður aftur klokkan hálvgum fýra
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2023 - 15:08

Rættarnevndin viðger í løtuni uppskotið frá landsstýrinum um at leggja upp í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Fyrsta viðgerð var liðug um hálvgum trý tíðina, og tingfundur er ásettur at vera aftur klokkan hálvgum fýra, tá rættarnevndin fer at leggja álit fram.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, á røðarapallinum í tinginum í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, á veg á fund við rættarnevninda. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, ásannar, at tíðin er stutt, men ætlanin er at hava eina skjóta viðgerð, og onkrar hoyringar vera eisini.

Hoyr samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Hervør Pálsdóttir:

 

Hervor_til_net

Dagført:

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, setti tingfund fyri løtu síðani, men av tí at rættarnevndin ikki er liðug at skriva álit enn, er tingfundurin niðurlagdur til klokkan fýra í fyrsta umfari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083