Lærarar á miðnámsskúlunum fara eisini í samhugaverkfall

Lærarar á miðnámsskúlunum fara eisini í samhugaverkfall
Yrkisfelagið Miðnám, ið er fakfelagið fyri lærarar á studentaskúlum, HF-skeiðum, Fiskivinnuskúlanum, Námi og handilsskúlunum, fer eisini í samhugaverkfall
Birna Heinesen, forkvinna í Yrkisfelagið Miðnámi, í reyðu buksunum, gongur nú somu leið sum hinir fakfelagsformenninir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2023 - 22:57

Heldur eingin skúlagongd verður á miðnámsskúlunum í morgin. 

Yrkisfelagið Miðnám fer í samhugaverkfall við Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í kvøld. 

YF Miðnám er fakfelagið fyri lærarar á studentaskúlum, HF-skeiðum, Fiskivinnuskúlanum, Námi og Handilsskúlunum. 

Í YF Miðnám eru gott 200 limir. 

----

Yrkisfelagið Miðnám boðar við hesum frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám at galda frá kl. 07.00 fríggjadagin 3. novembur 2023 til kl. 17.00 fríggjadagin 3. novembur 2023.

Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025