Landsstýrið heldur tíðindafund um skattalætta mitt í verkfallinum

Landsstýrið heldur tíðindafund um skattalætta mitt í verkfallinum
"Eg skilji væl, um fólk undrast á timingina, men talan er um eina stóra og umfatandi skattaumskipan," sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ásannar, at timingin fyri tíðindafundinum um skattalættan er eitt sindur undarligt mitt í einum umfatandi verkfalli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2023 - 12:00

Seinnapartin í dag, meðan samfelagið sleikir sárini eftir ógvusligu orrustuna millum politisku skipanina øðrumegin og fakfelagsrørsluna hinumegin, bjóðar landsstýrið til tíðindafund í Tinganesi.

Tíðindafundurin, sum verður í Tinganesi klokkan 14.30, snýr seg ikki um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, men um ætlaða skattalættan hjá landsstýrinum. 

"Eg skilji væl, um fólk undrast á timingina, men talan er um eina stóra og umfatandi skattaumskipan, sum vit halda tað vera rættast at greiða fólki frá," sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

tidindafundur_um_skattalaetta

Eftir samgongufund í síðstu viku boðaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, frá, at nú var semja um skattalættan, og fíggingin var funnin. Almenningurin fekk tó einki at vita um innihaldið ella fíggingina.

Tað verður so í dag.

Klokkan eitt er løgtingsfundur, har bara framløga er á skránni. Tá verða lógaruppskotini, sum eru grundarlagið undir skattalættanum, løgd fram.

Og klokkan hálvgum trý seinnapartin er so bjóðað til tíðindafund í Tinganesi, har Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang í felag leggja fram skattalættan.

Lyftið, at lág- og miðallønt fáa ein skattalætta, sum verður fult fíggjaður, varð givið longu í samgonguskjalinum.

Men tað hevur verið trupult at halda seinna partin av setninginum, at skattalættin skal vera fult fíggjaður. Tí var skattalættin ikki við, tá uppskotið til fíggjarlóg varð lagt fram síðst í september.

Í dag skal leingi fráboðaði skattalættin almannakunngerast:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083