Fleiri pengar til at dagføra vardar bústaðir

Fleiri pengar til at dagføra vardar bústaðir
Løgtingslógin um at viðlíkahalda og dagføra vardar bústaðir verður longd við fýra árum, og 8,5 milliónir skulu játtast afturat.
 
05.11.2023 - 13:38

Løgtingslógin um at viðlíkahalda og dagføra vardar bústaðir verður nú longd við fýra árum, soleiðis at hon ikki fer úr gildi fyrr enn 31. desember 2027.

Endamálið við lógini, sum kom í 2020, er at gera átrokandi ábøtur á nakrar av vardu bústøðunum, sum Almannaverkið umsitur.

Tað var serliga at herða brunatrygdina, bøta um atkomuviðurskifti, bøta um inniklima og annars rætta brek, feilir og óhepnar loysnir á bústovnunum í mun til dagsins krøv. Hitt endamálið var at útvega fleiri búpláss til fólk við serligum tørvi.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum varð lagt fram fríggjadagin, verður upplýst, at síðani lógin kom í gildi eru níggju nýggj búpláss útvegað ella um at vera útvegað, samstundis sum fleiri av verandi bústovnum eru dagførdir.

Eftir at lógin kom í gildi í 2020 er frágreiðingin "Í góðum hondum" gjørd, og í henni verður mælt til heldur at byggja størri bústovnar. Tí varð upprunaliga ætlanin við lógini frá 2020 endurskoðað, og gjørt varð av at niðurleggja nakrar av smáu og óhóskandi bústovnunum, heldur enn at brúka pengar til at dagføra teir. Hesir verða niðurlagdir, so hvørt hýggir stovnar verða bygdir.

Verandi fíggjarkarmur í galdandi lóg er 33 milliónir krónur. Men neyðugt er við hægri játtan við tí umvælingar-arbeiði, sum er neyðugt at gera. Tí verður samlaða játtanin hækkað við 8,5 milliónum krónum, til 41,5 milliónir krónur. 

Av pengunum, sum koma afturat, skulu 4,5 milliónir brúkast næsta ár, meðan tvær milliónir afturat skulu brúkast um árið í 2025 og 2026.

Sambært einum yvirliti hjá Landsverki eru arbeiði higartil liðugtgjørd fyri góðar 17 milliónir krónur á sjey ymiskum sambýlum undir Almannaverkinum, meðan arbeiði fyri góðar 10 milliónir krónur eru ígongd á átta øðrum sambýlum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097