Kunnu fáa upp í 5.000 kr. í orkuískoyti um árið

Kunnu fáa upp í 5.000 kr. í orkuískoyti um árið
Orkuískoyti verður latið, tí avgjaldið á brennievni og onnur orkugjøld hækka
Størri oljuavgjald skal vera við til at fíggja skattalættan hjá landsstýrinum. Afturfyri fáa tey, sum eru illa fyri fíggjarliga, orkuískoyti úr landskassanum. (Savnsmynd)
 
06.11.2023 - 08:41

Fólk, sum eru illa fyri fíggjarliga, fara nú eisini at fáa orkuískoyti úr landskassanum.  

Tað ætlar landsstýrið, tí avgjaldið á brennievni og onnur orkuavgjøld hækka.

Orkuískoytið kann fáast í 2024, 2025 og 2026.

Orkuískoyti verður, sambært lógaruppskotinum um broyting í lógini um familjuískoyti, 5.000 kr. um árið. 

Húski, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag, sum er 275.000 kr., kann fáa orkuískoyti.

 

400-500 húski fáa orkuískoyti

Oljuískoyti og hjálparískoyti kunnu eisini fáast hesi næstu trý árini.

Okkurt um 680 húski hava fingið hjálparískoyti, sum er 12.000 kr., í ár. Sløk 30 prosent av teimum eru fólkapensjónistar.

Av teimum stívliga 70 prosentum, sum ikki eru fólkapensjónistar, fer stórur partur eisini at fáa orkuískoyti, sigur landsstýrið, sum leysliga heldur, at 400 til 500 húski fara at hava rætt til orkuískoyti.

Hetta fer at kosta landskassanum stívar tvær milliónir meira enn sett er av í uppskotinum um fíggjarlógina fyri 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974