Søkja nú aftur eftir stjóra til Veks

Søkja nú aftur eftir stjóra til Veks
Tey, sum søktu starvið í fyrra umfarinum, noyðast at søkja aftur, eru tey framvegis áhugað
Mørkin í Streymnesi hoyrir til samstarvið í Veks. (Savnsmynd)
 
06.11.2023 - 10:15

Nú verður aftur søkt eftir stjóra til Veks.

Heimatænastan í Veks hevur síðani juni søkt eftir nýggjum stjóra, sum skuldi byrja í starvinum tann 1.septembur.

Men enn er eingin stjóri settur.

Veks er samstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu um eldraøkið.

Í fyrsta umfari var umsóknarfreistin longd, tí so fáar umsóknir vóru.

 

Jógvan Kruse er stýrisformaður í Veks.

 

12 umsóknir

Tá avtornaði komu 12 umsóknir.

Samráðingar vóru við ein umsøkjara. Men ymisk viðurskifti gjørdu, at viðkomandi kundi ikki átaka sær stjórastarvið.

Tí er starvið lýst leyst aftur, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður.

 

Noyðast at søkja aftur

Hann sigur, at tey, sum søktu starvið í fyrra umfarinum, noyðast at søkja aftur, eru tey framvegis áhugað.

Umsóknirnar eru ikki av sær sjálvum við í seinna umfarinum.

Umsóknarfrestin er til 20.november á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328