Vilja hava greiði á, hvat lógin sigur

Vilja hava greiði á, hvat lógin sigur
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent Umhvørvismálaráðnum fyrispurning um lógina um undantøkini, sum løgtingið samtykti hóskvøldið
Sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru væl mannaðir í tinginum hósdagin, tá løgtingið samtykti at leggja upp í verkfallið og at lóggeva undantøk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2023 - 13:19

Lógin er ikki heilt greið, og til tess at fáa greiði á, hvat nú er galdandi, sita vit og viðgera lógina saman við løgfrøðingum.

Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, um lógina, sum løgtingið samtykti hóskvøldið um at lóggeva undantøk frá verkfallinum.

 

Óluva í Gong er forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava sent Umhvørvismálaráðnum, sum varðar av lógini, ein fyrispurning, m.a. um trímannanevndina, sum skal setast í samband við undantøkini í sjúkrahúsverkinum. 

Í dag eru fimm vikur, síðani verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

06112023_Oluva_i_Gong

 

Jan Mortensen, stjóri á Lønareildini í Fíggjarmálaráðnum, segði við útvarpið í gjár, at tey skuldu umrøða støðuna í dag.

Tá vit tosaðu við hann fyri løtu síðani, hevði hann tó ongar viðmerkingar.

 Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, segði við útvarpið í gjár, at fær hann ikki greiðar ábendingar um, at partarnir hava vilja til at flyta seg, fer hann ikki aftur upp í málið, sum partarnir nú eiga.

Fíggjarmálaráðið góðtók semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri leygardagin í gjár, meðan Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar vrakaði tað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391