Styrkja granskingarsamstarv tvørtur um stovnar

Styrkja granskingarsamstarv tvørtur um stovnar
"Leiðsluforum fyri føroyska gransking," er heitið á nýggja samstarvinum
Umboð fyri granskingarstovnarnar, sum nú eru farnir undir samstarv.
 
06.11.2023 - 15:45

Granskingarstovnarnir í Føroyum hava nú tikið stig til at fáa samstarv í lag undir heitinum "Leiðsluforum fyri føroyska gransking."

- Hetta fer at styrkja samstarvið tvørtur um stovnarnar, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum.

Í vár umrøddu nakrir av føroysku granskingarstovnunum og Granskingarráðið, hvussu granskingarátøk og -øki kunnu eyðmerkjast og raðfestast í felags samstarvi, so føroysk gransking kann mennast og flytast fram á leið til gagns fyri granskingarumhvørvið og samfelagið sum heild.

 

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum

 

Ein niðurstøða var, at Fróðskaparsetrið skuldi skipa fyri, at umboð fyri almennu granskingarstovnarnir kundu hittast fyri eitt nú at umrøða felags átøk, evni og tilmæli til politisku skipanina.

Harafturat er Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan komið við átta nýggjum tilmælum, ið beinleiðis og óbeinleiðis hava ávirkan á granskingarstovnarnar í Føroyum. Eitt av tilmælunum er, at Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan.

Hoyr samrøðu við rektaran á Fróðskaparsetrinum í útvarpstíðindunum: 

 

06112023_Martin_Z

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083