Nýtt útoyggjaálit fer eisini at umrøða útoyggjakommunu

Nýtt útoyggjaálit fer eisini at umrøða útoyggjakommunu
Spurningurin um eina útoyggjakommunu var viðgjørdur á ráðstevnu í farnu viku
Hattarvík. Spurningurin um eina útoyggjakommunu er nú aftur reistur. (Savnsmynd)
 
07.11.2023 - 13:22

- Um grundleggjandi viðurskifti fáast í rættlag, hevði verið lættari at flutt til útjaðaran at búgva, og tá hevði ikki verið neyðugt við sersømdum.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sum eisini umsitur kommunumál. 

Hann sigur, at eitt nýtt útoyggjaálit skal gerast, og tá verður spurningurin um eina útoyggjakommunu eisini umrøddur.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, umsitur kommunumál í landsstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Spurningurin um eina útoyggjakommunu var viðgjørdur á ráðstevnu í farnu viku.

 Tá søgdu umboð fyri Útoyggjafelagið, at tey taka undir við hugskotinum um eina útoyggjakommunu. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07112023_Utoyggjakommuna

 

Sí eisini: Útoyggjafólk ynskja eina útoyggjakommunu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083