Ráðførslan um russlandssáttmálan byrjað

Ráðførslan um russlandssáttmálan byrjað
Gitt verður, at landsstýrið ætlar at samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðisáttmála, tó við ymiskum treytum
Uttanlandsnevndin hevur nú ráðførslu við landsstýrið um russlandssáttmálan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2023 - 16:04

Um hálvgum fýra tíðina fóru Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum, á fund við uttanlandsnevndina at ráðføra seg um russlandssáttmálan.

Bárður á Steig Nielsen, sum er næstformaður í nevndini, situr í formanssessinum í dag, tí formaðurin, Bjarni Hammer, er staddur á ST-aðalfundi í New York.

Nógv embætisfólk í landsstýrinum eru eisini við á fundinum við fundinum í uttanlandsnevndini.

Bárður á Steig Nielsen váttar, at uttanlandsnevndin hevur vitað um, hvat landsstýrið ætlar í málinum um fiskiveiðisáttmálan við Russland, í eina góða viku.

Einki er likið út um innihaldið í ráðførsluskjalinum, men tað skilst, at landsstýrið ætlar at fara til samráðingarborðið við Russland, tó við ymiskum treytum.

Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, segði soleiðis í samrøðu við John Johannessen í útvarpstíðindunum klokkan fýra:

 

07112023_Arni

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar, tá limir í uttanlandsnevndini fóru á fund seinnapartin:

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083