Ikki neyðugt at kanna fyrimunir og vansar við Jerusalem

Ikki neyðugt at kanna fyrimunir og vansar við Jerusalem
Sendistovan er í Tel Aviv eins og flestu aðrar sendistovur í Ísrael, og hon eigur at fáa arbeiðsfrið, siga samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin í uttanlandsnevndini
Áki Johansen er føroyskur sendimaður í Ísrael. Sendistovan í Ísrael at fáa arbeiðsfrið, halda samgongan og Sambandsflokkurin.
 
08.11.2023 - 08:32

Tað er ikki neyðugt hjá landsstýrinum at nýta tíð og orku til at kanna fyrimunir og vansar við at hava føroysku sendistovuna í Ísrael í Jerusalem.

Sendistovan er í Tel Aviv eins og flestu aðrar sendistovur í Ísrael. 

Tað sigur meirilutin í uttanlandsnevndini, nevndarlimirnir hjá samgonguflokkunum og hjá Sambandsflokkinum.

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið til samtyktar hjá Miðflokkinum um at staðseta sendistovuna í Ísrael í Jerusalem. 

 

Gamalt stríð um Jerusalem

Orsøkin er, sigur meirilutin, 75 ára gamla stríðið, sum hevur verið um støðu Jerusalems, sum bæði ísraelar og palestinar meta vera teirra høvuðsstaður. 

Haraftat hevur sendistovan í Tel Aviv enn ikki havt neyðugu tíðina at vísa sítt veruliga virði.

Samanumtikið eigur sendistovan í Ísrael at fáa arbeiðsfrið, halda samgongan og Sambandsflokkurin.

Minnilutin, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin, heldur, at hetta er bara ein einføld áheitan á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri at flyta sendistovuna til høvuðsstaðin Jerusalem. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083