Fakfelagsformaður: Vit standa á síðulinjuni og fáa ikki gjørt nakað

Fakfelagsformaður: Vit standa á síðulinjuni og fáa ikki gjørt nakað
Á nýggjárinum missa 140 fólk starvið á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum. Tað boðaði samtakið frá í gjár, - starsfólkini fingu uppsøgnina í dag
- Vit standa á síðulinjuni og fáa ikki gjørt nakað. Tað sigur formaðurin í Arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík, Stig Lamhauge Davidsen, nú nógvir av hansara limum hava fingið uppsagnarskriv.
Mynd: Kringvarpið  
 
08.11.2023 - 18:53

Klokkan eitt í dag vóru tey uppsøgdu starvsfólkini á Bakkafrosti boðin til fundar, har tey fingu kunning í sambandi við uppsagnirnar. 

Eitt nú vóru umboð fyri Arbeiðarafeløgini har fyri at tryggja, at alt gekk rætt fyri seg, eins og umboð fyri Útlendingastovuna, ALS og TAKS kunnaðu um, hvat tey uppsøgdu skuldu leggja upp fyri, nú tey fara úr starvi. 

Somuleiðis var møguleiki at tosa við ein sálarfrøðing og ein prest, um nakar hevði ynski um tað.  

- Vit standa á síðulinjuni og fáa ikki gjørt nakað.

Tað sigur formaðurin í Arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík, nú nógvir av hansara limum hava fingið uppsagnarskriv.

Hoyr samrøðu við formannin í Arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík, Stig Lamhauge Davidsen, og síðani Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, eftir kunningarfundin  í útvarpstíðindunum

1634048
 


Georg F. Hansen er formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096