Tórshavnar kommuna endurrindar parkeringarbøtur

Tórshavnar kommuna endurrindar parkeringarbøtur
Fólk, sum hava fingið bót fyri at parkera ólógliga í parkeringssonuni í Gundadali kunnu nú søkja Tórshavnar kommunu um endurgjald. Tað boðar kommunan frá
Fólk, sum hava fingið bót fyri at parkera ólógliga í norðara parti av ítróttaøkinum í Gundadali, kunnu nú fáa endurgjald.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
08.11.2023 - 19:24

Fólk, sum hava fingið bót í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september í ár, kunnu senda umsókn til kommununa um afturrindan av útreiðslum.

Umsóknin skal fyllast út á heimasíðuni hjá kommununi, har millum annað bót og kvittan fyri, at bótin er goldin, skal viðfestast.

Tórshavnar kommuna sigur, at ber ikki til at finna upprunaligu bótina, kunnu fólk útvega sær nýggja útskrift av bótini hjá løgregluni.

Umsóknin má vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. januar næsta ár.

Leinkið til boðini hjá Tórshavnar kommunu

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096