Grønar hitaskipanir: Fult endurgjald fyri mvg eisini næsta ár

Grønar hitaskipanir: Fult endurgjald fyri mvg eisini næsta ár
Fíggjarmálaráðið hevur sent uppskot um broytingar í lógini um meirvirðisgjald í almenna hoyring
Grønar hitaskipanir fáa alt meirvirðisgjaldið endurgoldið næsta ár. Í 2025 verður endurgjaldið 75 prosent. (Savnsmynd)
 
09.11.2023 - 08:07

Fult afturgjald í staðin fyri hálvt fyri meirvirðisgjald fyri grønar hitaskipanir verður eisini næsta ár.

Og talgildir tíðindamiðlar skulu nú sleppa undan meirvirðisgjaldi.

Tíðindabløð sleppa longu sum er undan meirvirðisgjaldi.

Tað ætlar Fíggjarmálaráðið, sum hevur sent uppskot um broytingar í lógini um meirvirðisgjald í almenna hoyring.

 

Jarðhiti er eisini grøn orka. (Savnsmynd)

 

Afturberingin verður broytt

Stigvísa minkingin í afturberingini av meirvirðisgjaldi fyri grønar hitaskipanir verður broytt, tí hildið verður, at tað er ov ógvisligt at minka stigvísu afturberingina eftir verandi leisti.

Nú verður skotið upp, at næsta ár verður eisini alt meirvirðisgjaldið afturgoldið.

Í 2025 vera 75 prosent av meirvirðisgjaldinum afturgoldin, í 2026 50 prosent, í 2027 25 prosent og síðani einki.

Í 2018 vóru 86 umsóknir um afturbering. 

 

23,6 milliónir endurgoldnar

Í 2022 vóru 346 umsóknir, og higartil í ár eru komnar 607 umsóknir um at fáa meirvirðisgjaldið fyri grønar hitaskipanir afturgoldið.

TAKS, sigur, at til 1.november í ár eru afturrindaðar 23,6 mió. kr. 

Í sama tíðarskeiði í fjør var talið 8,8 mió. kr., og tað var 2,4 mió. alt árið 2021.

Meirvirðisgjaldsfrítøkan hjá talgildum tíðindamiðlum verður mett at kosta landskassanum hálva millión.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083