Samgongufólk harta landsstýrismannin í vinnumálum

Samgongufólk harta landsstýrismannin í vinnumálum
Hvast orðaskifti var í tinginum í gjárkvøldið um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at broyta tøkugjøldini
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at uppskot eru um at broyta tøkugjaldsstigan, men tað er ein orsøk til, at tey ikki eru løgd fyri tingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2023 - 13:24

Limir í samgonguni finnast nú at politiska handalagnum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum.

Tað kom fram, tá uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tøkugjald var til viðgerðar í tinginum í gjárkvøldið í kjalarvørrinum av uppsagnunum á Bakkafrosti. 

Limir úr Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi funnust at, at landsstýrismaðurin ikki er komin við broytingum í tøkugjøldunum, hóast hann lovaði hetta, tá samgongan hevði samtykt dagførdu tøkugjøldini í mai.

 

Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin.

 

Hanna Jensen, Framsókn. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

Erling Eidesgaard, Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, segði, at hann hevur eitt uppskot klárt, sum broytir tøkugjaldsstigan, men tað er ein orsøk til, at tað ikki er borið tinginum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09112023_Samgongufolk_harta_Hogna

 

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er farið í vinnunevndina, sum hevur fund mánadagin.  

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083