KÍ møguleika fyri góðum úrsliti

KÍ møguleika fyri góðum úrsliti
Ítróttarskrivarin hjá Portal.fo, Agnar Prestá, sum er staddur í slovenska høvuðsstaðnum, heldur, at KÍ hevur góðan møguleika fyri at basa Olimpija Ljubljana í kvøld.
 
09.11.2023 - 18:23

- Eg haldi, at møguleikarnir eru góðir. Sjálvandi er hetta ein dystur, sum ein kann vænta verður heldur truplari, enn tann í Føroyum. Tað er altíð munur á, tá ein spælir á útivølli í Evropa enn á heimavølli, og nú verður eisini spælt á grasi. Harafturat hevur slovenska liðið verið fyri nógvum atfinningum fyri dystin í Føroyum, sum teir taptu 0-3, og tí skulu løna tað aftur, sigur Agnar Prestá.

Slovensku miðlarnir kallaðu tað aftan á dystin í Føroyum fyri eina stóra skomm, at liðið tapti móti einum føroyskum liði, og tað kann hava tendrað slovenska liðið.

- Eg meti tó, at KÍ hevur ein góðan møguleika at fáa eitt gott úrslit í kvøld, sigur Agnar Prestá.

Í mun til hvussu KÍ liðið er mannað í kvøld, sigur ítrottarskrivarin, at hvørki René Shaki Joensen ella Hallur Hansson eru við, men hinvegin er Odmar Færø aftur, so liðið skuldi verið væl mannað, serliga í verjupartinum. Hann heldur tað kortini vera spell, at serliga René, sum hevur spælt so væl og skjeyt eitt mál á heimavølli ikki er við.

- Mótsatt slovenska liðnum, sum spældi ein harðan oddadyst um vikuskiftið, so hava KÍ leikararnir havt møguleika fyri at hvíla seg, og tað átti at verið ein fyrimunur, heldur Agnar Prestá.

Dysturin, sum byrjar klokkan 20, verður spældur á slovenska tjóðarleikvøllinum, Stozice, ið rúmar umleið 16.000 áskoðarum, men tað hevur gingið stritið at selt atgongumerki. Agnar Prestá sigur, at umleið 50 føroyingar eru millum áskoðararnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244