Nevndarviðgerð um verjusemju dregur út

Nevndarviðgerð um verjusemju dregur út
Uttanlandsnevndin hevur nú fingið freist til 4. desember at skriva álit um uppskotið hjá Sambandsflokkinum
Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt málið, men fleiri innkallingar eru eftir, eru boðini frá nevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.11.2023 - 08:14

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um Føroyar og verjusemjuna bleiv liggjandi í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Nevndin fekk málið 21. september og skuldi tí koma við áliti í seinasta lagi 21. oktober.

Men nevndin bað 19. oktober um freist til 7. november.

Tað vísti seg tó ikki at vera nóg mikið, so 7. november bað nevndin um freist til 4. desember.

Hana gekk hon.

Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt málið, men fleiri innkallingar eru eftir, eru boðini frá nevndini.

 

Landsstýrið eigur at samráðast

Landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvørjum danska stjórnin kemur við, heldur Sambandsflokkurin.

Hann hevur uppskot til samtyktar um, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um, hvørji ítøkilig stig kunnu takast, sum styrkja verjuna og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum.

Sambandsflokkurin sigur, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur verið á nógvum fundum við danska verjumálaráðharran.

Men hann hevur boðað frá, at hann bíðar eftir ítøkiligum uppskotum frá donsku stjórnini.

Hann hevur higartil ikki viljað tikið virknan lut í verjusemjuni í fólkatinginum við teirri grundgeving, at slíkar semjur skulu gerast beinleiðis millum landsstýrið og donsku stjórnina, sigur Sambandsflokkurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083