Russlandssáttmálin: Samgongan er ikki samd innanhýsis

Russlandssáttmálin: Samgongan er ikki samd innanhýsis
Eftir øllum at døma eru fimm minnilutar í svarinum, sum uttanlandsnevndin hevur latið landsstýrinum
Uttanlandsnevndin hevur latið landsstýrinum svarskriv um fiskiveiðiavtaluna við Russland.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2023 - 12:52

Lítið røkist fyri einari breiðari semju í uttanlandsnevndini um fiskiveiðusamstarvið við Russland.

Spurnatekin kunnu eisini setast við, um samgonguumboðini í heila tikið eru samd.

Uttanlandsnevndin sendi landsstýrinum svarskrivið í gjár.

Men Kringvarpið skilir, at í ráðførðsluskrivinum frá uttanlandsnevndini til landsstýrið eru fimm minnilutaálit.

Tað sama skrivar heimasíðan vp.fo.

 

Endurspeglar flokkarnar

Bárður á Steig Nielsen, virkandi formaður í uttanlandsnevndini, segði í Degi og viku í gjárkvøldið, at svarini í ráðførðsluskrivinum endurspegla sjónarmiðini hjá flokkunum.

Sí innslag her:

 

231109_DV_UTLANDSNEVNDIN

 

Í uttanlandsnevndini eru sjey limir. Tjóðveldi hevur tveir limir, meðan allir hinir flokkarnir á tingi hava ein lim í part. 

Tá ið talan er um fimm ymisk svar, sum landsstýrið fekk í gjár, merkir tað tískil, at ikki bert verður torført at fáa semju við andstøðuna, men at samgonguumboðini heldur ikki eru samd innanhýsis, um hvussu farast skal fram.

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men tað hevur ikki eydnast.

Í fjør var avgerðin um at leingja verandi fiskivinnusáttmála við Russland tikin 22. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083